FRYSTIGOYMSLAN
Virksemið hjá felagnum verður rikið frá Norðhavnini í Klaksvík.
Felagið eigur saman við Faroe Ship eina frystigoymslu, sum tekur 5.000 tons. Keikanturin framman fyri frystigoymsluna er 300 metrar langur, og dýpið er 12 metrar. Meginparturin av framleiðsluni hjá felagnum verður umskipaður á keiini og ígjøgnum frystigoymsluna í Norðhavnini. Umframt at taka sær av virkseminum hjá Christian í Grótinum samtakinum er endamálið hjá Eimskip at umskipa so nógvan fisk sum til ber ígjøgnum frystigoymsluna í Norðhavnini. |